##med2##
AB vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á TB við Stórá í Trongisvági í dag, og aftaná 2-3 tapið hjá ÍF í Sarpugerði eru átta stig niður til ÍF á aftasta plássi.
Rógvi Poulsen skoraði sigursmálið hjá AB tá fáir minuttir vóru eftir við góðum stútara.
Fyri Poul Ingason hjá TB er talan um eitt ógvuliga súrt tap. Poul staðfestir, at TB manglar ein desideraðan áleypara til at seta bóltarnar inn. Poul heldur, at talan er um eitt sera óuppiborið tap, tí sambært honum hevði AB bert ein veruligan málmøguleika, og var tað sigursmálið hjá Rógva Poulsen.
Sorin Anghel er sera fegin og lættur um týdningarmikla sigurin nú AB aftur skal møta topp-5 liðnum í teimum komandi dystunum. Sigurin gevur AB ein góðan pall at standa á í stríðnum at sleppa undan at enda aftast í Betrideildini í ár.