Trettanda apríl vann B68 5-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá var kappingin fimm umfør gomul, og B68 var tvey stig frá bronsuplássinum, sum kann bera uppflyting við sær.
Síðani hevur tað gingið illa hjá toftamonnum, sum í seks dystum bara hava vunnið tvey stig.
Í dag bragdaði aftur. B68 vann 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. Samstundis endaði tað málleyst millum Víking og 07 Vestur. Tað er ein dreymur á Toftum, at B68 skal flyta aftur í bestu deildina, men í løtuni snýr tað seg meiri um at sleppa heilt burtur frá niðurflytingarhóttanini.
2-1 sigurin ímóti HB kendist søtur, tí hann var endin á longum tíðarskeiði uttan sigrar, og tí hann lyfti B68 fram á fimta plássið. Tað eru tólv stig fram til bronsuplássið.
HB legði seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Rói av Fløtum skoraði málið. Hetta var annað vikuskiftið á rað, at hann skoraði. Síðsta vikuskiftið skoraði hann tvey mál, tá ið HB vann 4-1 ímóti Skála.
Tað restaðu tjúgu minuttir, tá ið Bárður Ó. Jensen javnaði til 1-1. Tólv minuttir frammanundan hevði HB mist ein mann, tí Símun Sólheim sá gula kortið fyri aðruferð.
Trettan minuttir undan leikloki skoraði Karstin Clementsen sigursmálið.
Síðstu lítlu løtuna vóru tað bara níggju HB spælarara vøllinum, tí Bjarni Brimnes sá reyða kortið.
HB hevur átta stig og er næstaftast.
Í trettanda umfari skal B68 spæla í Gundadali ímóti B36. HB fær í trettanda umfari vitjan av KÍ.