Vilmund Jacobsen
---
Næst seinasta sunnukvøld vóru nøkur teirra, sum spældu leikin Systrarnar á Kinn í Gøtu fyri 40 árum síðan, aftur til sama sjónleik í Losjuni. Ein av leikarunum í sínari tíð var Harald Hammer, sum tilsamans var við í eini 5-6 leikum.
- Eg haldi, at leikurin, sum vit sóu hendan sunnudagin, var væl spældur, men nógv ting vóru øðrvísi nú enn fyri 40 árum síðan. Leikurin er nógv styttur. Hann er vorðin modernaður ella hvønndagsligur. Hóast leikurin ivaleyst er minst líka so væl leiktur í dag sum fyri 40 árum síðan, hevði eg ta kenslu, at tað romantiska, sum var í leikinum í okkara tíð, líka sum er burtur.
Harald Hammer sigur, at í sínari tíð hevði leikurin pallmyndir, sum Óli P. og Petur Prent høvdu gjørt.
- Eg haldi, at pallarnir vóru rættiliga flottir. Nú leikurin verður spældur aftur, eru ongar pallmyndir, men svart lørift og eingi skifti eru av pallinum.
Tey ljóð og ljós, sum vóru í Systrarnar á Kinn fyri 40 árum síðan, vóru sjálvgjørd - ljóðini vóru tikin upp á gomlum bandupptakara.
- Eg minnist, at toruljóðið eitt nú varð gjørt við at buldra á nakrar sinkplátur og annað tílíkt, sigur hann.
Frálíkur leikur
Harald heldur, at leikurin, sum tey sóu næst seinasta sunnukvøld, er rættiliga væl spældur, og hann dugir slett ikki at taka dagar ímillum leikararnar nú og tá.
- Leikurin í dag er ivaleyst meiri professionellur, og hann er styttur, eins og hann er einfaldgjørdur, men framvegis er hetta ein frálíkur leikur, sum avgjørt er verdur at síggja, sigur Harald Hammer.