Sóu neyðrakett – men funnu ongan í neyð

Løgreglan fór at leita tá ið boðað varð frá eini neyðrakett í nátt

Nakað eftir midnátt í nátt ringdu fólk úr Hoyvík til løgregluna at boðað frá, at tey sóu eina neyðrakett vestan fyri.

Á Sjóbjargingarstøðini, MRCC, vistu tey ikki um nakað, so løgreglan koyrdi vestur um at kanna málið.

Á Velbastaðhálsi preiaði løgreglan ein hýruvogn og bilførørarin hevði eisini sæð eina neyðrakett nakað frammanundan.

Tá var hann staddur í Gundadali, men hann metti at hon var oman fyri onkustaðni í Havnardali og at tað neyvan var av sjónum at hon var skotin.

Tey boðini fekk MRCC eisini, men so varð støða tikin til ikki at gera meiri við tað.

Tað er annars ikki loyvt at brúka neyðrakettir til stuttleika, tí tær eru einans ætlaðar at brúka í neyðstøðum.