Føroyski landsliðsvenjarin veit um amboðini, sum skulu til, fyri at Føroyar skulu vísa gott avrik og úrslit, tá ið føroyska landsliðið seinnapartin í morgin fer at standa andlit til andlit við fronsku heimsstjørnurnar. Ein partur av heiliváginum hevur sjálvandi við sjálvt liðið at gera. Tað venda vit aftur til um eina lítla løtu. Hin parturin er hesin:
- Vit eru á heimavølli, og teir eru undir ókendum umstøðum. Tað er týdningarmikið, at tað frá áskoðarunum kennist, at tað eru vit, sum eiga stuðulin. Tað hevur nógv meiri at siga, enn tað ofta verður hugsað um, staðfestir venjarin, og hann heldur fram:
- Hugburðurin og sjálvsálitið vísir seg ofta at vera tengt at, hvussu stuðulin frá teimum uttanfyri vøllin er. Um allir hesir lutirnir spæla við og saman, so kann tað fara at vísa seg, at marginalirnir eisini verða í parti við okkum.
Mannast av nýggjum
Tá ið Føroyar spældu á útivølli í Georgia, var leingi ivi um, hvussu verjuborðini skuldu mannast. Endin varð, at Atli Danielsen og Jákup á Borg vóru vongverjar. Tað er púra greitt, at hvørgin av hesum báðum verður í verjuni í morgin. Atli er leikbannaður, og Jákup hevur givið avboð, tí hann er skaddur.
Óli Johannesen er givin. Teir tríggir – Óli, Jákup og Atli – hava spælt einar hálvtannað hundrað landsdystir tilsaman. Tað vil siga, at nógvar royndir eru burtur.
Venjarin hevur so ofta undirstrikað týdningin av nógvum royndum. Tí er eingin ivi um, at Fróði Benjaminsen og Jón Rói Jacobsen hesa ferð fara at manna miðverjuna.
Stóri spurningurin er, hvussu tað verður í verjuborðunum. Um venjarin velur at seta royndar spælarar í hesar ódnirnar, so eru møguleikarnir Christian Høgni Jacobsen og Súni Olsen. Teir kunnu báðir brúkast í báðum borðunum. Tað kann vera, at Christian Høgni verður fluttur longri aftur á vøllin, meðan tað er óhugsandi, at Súni Olsen verður tikin av miðvøllinum. Har hevur hann riggað væl saman við Mikkjali Thomassen, og tað er ilt at finna annan mann at seta inn á sentrala miðvøllin.
NSÍ spælararnir Jóhan Troest Davidsen og Einar Hansen eru fluttir upp av U-21 liðnum. Í Georgia var um reppið, at Jóhan fekk kjansin, men venjarin valdi tryggu loysnina við at seta Jákup á Borg á vinstra vongverjan.
Hesa ferð slepst illa undan at brúka í hvussu so er annan av ungu NSÍ spælarunum.
Frakland spælir við nógvum diagonalum sendingum. Tað setur stór krøv til plaseringsevnini og førleikan at lesa spælið hjá síðuspælarunum.
Andrew troðkar á
Fremri á vøllinum eru ikki so nógv ivamál. Mikkjal og Súni eru sjálvskrivaðir á sentralu miðvallarplássunum. Símun Samuelsen undirstrikaði í Georgia fyri fyrstu ferð, at hann er upplagt val millum teir fyrstu ellivu. Rógvi Jacobsen er einasti føroyski spælarin, sum skorar mál, og Christian Lamhauge Holst er fínur bóltspælari.
Andrew av Fløtum hevur verið sera væl upplagdur í HB álopinum seinastu ferðirnar. Um pláss skal verða fyri honum, so skal Christian Høgni spæla á vongverjanum og ikki á ytsta miðvallarplássinum í vinstru.
Viðhvørt hevur verið víst á, at tað er alneyðugt við í hvussu so er einum heilt skjótum álopsspælara, tá ið roynt verður at leypa á við fáum spælarum. Seinastu ferðirnar hevur føroyska liðið megnað fleiri spælstatiónir fremri á vøllinum, enn tað plagar at vera.
- Sjálvandi hevur skjótleikin alstóran týdning. Men um tað eydnast at spæla saman so frammarlaga, sum vit viðhvørt hava megnað seinastu ferðirnar, so er sera týdningarmikið at okkara eru stinnir í at taka ímóti bóltinum, verja hann og finna møguleikar at spæla víðari, staðfestir landsliðsvenjarin.