SÍ vann gullsettið

Flogbóltur kvinnur: Dramatikkurin var øgiligur, áðrennt að var greitt, at kvinnurnar úr Sørvági vóru meistarar

Tað var so spennandi og dramatiskt, sum tað yvirhøvur kundi vera, tá ið kvinnuliðini hjá Drátti úr Miðvági og SÍ í Sørvági seinnapartin dystaðust um FM heitið í høllini á Hálsi í Havn.

Í fyrradagin vann SÍ trivaligan 3-0 sigur í fyrru finaluni. Í dag var seinna finalan. Um Dráttur vann skuldi FM heitið avgerast í so nevndum gullsetti. Dráttur vann, og so var neyðugt við gullsetti, har tað var spælt upp í fimtan.

Tølini siga, at tað var so tætt og spennandi, sum tað ber til, tí SÍ vann 15 – 13 og er harvið meistari. 

 

https://www.in.fo/myndasavn/