Tað gjørdust SÍ dreingir 12 ár, sum vunnu seinasta gullheiðursmerkið í kvøld, tá ið teir í steypafinaluni vunnu 2-0 á Ternuni. Settini endaðu 25-20 og 25-20.
Besti leikari hjá Ternuni var Jákup Nesá.
Besti leikari hjá SÍ var Elias Petersen.
Steypavinnarar á myndini:
Aftastfrá vinstru: Elias Petersen, Tóki í Haraldstovu, Róar í Haraldstovu, Einar Thorgrímsson.
Fremst frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Silas Poulsen, Atli Falkvard, Brandur Reynstún, Mattias Falkvard.