Flogbóltur
Tað verður ikki lætt hjá hinum liðunum at taka SÍ aftur í fremstu kvinnudeildini í flogbólti.
Um vikuskiftið vann SÍ sætta sigurin av seks møguligum, og at tað stóð nógv á hesaferð, so prógvaði hetta eisini styrkina á liðnum.
Dráttur beit nevnliga væl og virðiliga frá sær, tá tær vitjaðu í Sørvági. SÍ tók sær tey bæði fyrstu settini, men tær sluppu ikki at kanna sær bitin fyri gestunum.
Dráttur togaði seg nevnliga væl aftur, og tær noyddu eisini SÍ út í fimta og avgerandi settið, men her vóru tær á heimaliðnum tó ov sterkar.
Togan um silvur
Tað bar við sær, at SÍ veruliga fekk slitið seg leyst í oddinum, og tó at kappingin enn er ung, so hava tær longu vunnið sær ein góðan fyrimun.
Men stríðið um plássið undir teimum er framvegis knallhart. Mjølnir, Dráttur og Fleyr hava øll átta stig eftir fyrstu seks dystirnar, og í løtuni tykjast innanhýsis uppgerðirnar millum hesi at fáa alstóran týdning.
Og tað fær tað helst eisini, um somu lið onkursvegna kunnu skala SÍ. Næstu royndina eigur Fleyr, sum tekur ímóti SÍ komandi vikuskiftið.