S!VAS kemur á Voxbotn 2016

Kendi danski rapparin S!VAS verður millum stóru nøvnini sum fara á pall á ársins konsertdegi í Vágsbotni 25. juni.

Kendi danski rapparin S!VAS verður millum stóru nøvnini sum fara á pall á ársins konsertdegi í Vágsbotni 25. juni. Hann hevur seinnu árini víst seg sum ein av teimum allar bestu rapparunum í Danmark. Stílurin er við íblástri frá dirty south-ljóðinum úr amerikansku suðurstatunum.

 

- Við sínum heilt serliga hátti at úttala tekst og blanda ymisk gøtumál saman, hevur S!VAS veruliga sligið sítt navn fast sum ein av teimum allar størstu í Danmark í løtuni.

Í tíðindaskivi verður sagt, at S!VAS í 2013 gav út ep’ina “d.a.u.d.a”, sum fekk sera góð ummæli. Serliga var tað lagið "d.a.u.d.a.", sum gjørdist eitt stórt hitt. Ep’ini varð eisini tilnevnd til fimm heiðurslønir á Danish Music Awards 2014, har hann vann heiðurslønina “Ársins danska urbanútgáva”.

 

- Í november 2015 gav S!VAS út lagið “Jaja”, sum verður nógv spælt, bæði í Danmark og í Føroyum. Vit kenna eisini S!VAS frá løgum sum “Kbhavana” og “Det gode liv” og nýggjasta skotið úr byrsuni kallast “Kun Hinanden”.

 

S!VAS verður eisini eitt av donsku høvuðsnøvnunum á Roskildefestivalinum í ár.

 

- Umframt S!VAS hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Otto Knows, Danny & The Veetos, Punjab, Starship við Mickey Thomas, Graham Bonnet úr Rainbow og Týr verða millum mongu nøvnini, sum fara at luttaka á Voxbotn 2016. Komandi tíðina verða enn fleiri spennandi føroysk og útlendsk nøvn avdúkað, siga fyrireikararnir av tiltakinum í tíðindaskrivi.