info
Ongi úrslit

Ása av Reyni Jøkladal sýnir fram í Ribarhúsi

info
Eirikur Lindenskov
27. juni 2016 kl. 08:17
Hósdagin, 30. juni kl 20:00 letur Ása av Reyni Jøkladal málningaframsýning upp í Ribarhúsi. Hetta er aðru ferð, at Ása sýnir fram málningar sínar. Ása av Reyni Jøkladal varð fødd 15. november 1955 í Tórshavn. Hon er dóttir mæta listamannin, Ingálv av Reyni 1920-2005, og mamman er, Elsa av Reyni, fødd Thomsen úr Porkeri. Elsa livir enn, og hon er 95 ára gomul. Tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn. Ingálvur av Reyni hevði frøtt seg yvir, at dóttir hansara  læt upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Hugsi, at mamman tekur undir við hesum, og gleða vit okkum til hesa sýning, sum sagt,  letur upp hóskvøldið 30. juni kl 20:00 og er opin allan juli mánaðin.  Ása er útbúgvin námsfrøðingur og hevur megin partin  av lívi sínum arbeitt við børnum í barnagarði. Við sínum listaligu gávum hevur hon ment tey skapandi evnini, sum børnini hava til gleiði fyri bæði børn, foreldur og familju.. Ása hevur eitt stutt skifti gingið á Københavns Kunstskole,  og í tveimumum førum verið í listaskúlanum Ignatius á Nørrebrúgv. Fyrsta framsýningin Ása hevði var í gamla atelierinum hjá pápa sínum, sum hevði verið hansara málarastova í meira enn 40 ár.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

14 minuttir síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

1 tími síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

1 tími síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

1 tími síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggja­leiðu­num hjá SSL í heyst­frí­tíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

3 tímar síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

3 tímar síðan
Tíðindi

Árligar strandarlandasamráðingar í London

4 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

5 tímar síðan