Í morgin 7. mai verður Ása Lützen í Havn 70 ár. Ása er ættað úr Norðragøtu, dóttir Jacobinu og Heina Heinesen. Ása fekk eitt vanligt lív hjá eini bygdargentu, hon vaks upp í einum bónda- og fiskimannaheimi. Farin úr skúlanum 14 ára gomul fór hon at arbeiða í ”pakkhúsinum”, tí gamla bygdahandlinum í Norðragøtu, sum eins og aðrir bygdahandlar vóru eitt slag av bygdahúsi, har fólk komu saman at fáa sær eitt prát. Her arbeiddi mamman eisini í síni tíð.
Ása fór niður á háskúla, eins og tað var vanligt tá í tíðini hjá ungum fólki. Komin heim aftur fór hon at arbeiða hjá Valdemar Lützen. Har er hon enn, tí hon fann saman við soni Mogens Lützen, Kim, og tey giftust. Tey hava fingið fýra børn Mogens, Ingibjørg, Heina og seinast Maluna, sum Ása fekk á sínum 43 ára føðingardegi. Ommubørnini eru átta, sum hon er púra forstýrað av.
Sigast kann, at Ása er ein serlig kvinna á fleiri økjum. Har hon er, er hon 100%. Hetta gevur fleiri 100% tilsamans!
Ása er meira enn onnur eitt familjumenniskja í orðsins rætta týdningi Hon er eitt slag av kvinnuligum patriarki fyri øll síni systkin og teirra. Hon er “gumman” hjá øllum í yngra ættarliðnum. Er nakað á vási, er Ása mitt í rokanum og tekur sær av teimum øllum sum ein rættilig hønumamma. Her er eitt hjarta á røttum stað.
Umframt er Ása sera virkin á øðrum økjum. Eitt av hesum er Aglow, sum er ein kristiligur felagsskapur fyri kvinnur. Her er Ása eisini við í føroysku leiðsluna. Hetta merkir møtir og fundir víða hvar, bæði í Føroyum og uttanlands.
Ikki er heldur at gloyma Ísrael. Tann ótreytaða kærleikan til jødar og teirra land hevur Ása frá mammu síni, sum aftur fekk hann frá fastur síni Jóhonnu, sum var ættað av Skipanesi. Henda kærleika hevur Ása eisini latið víðari til síni børn.
Hesin alskur hevur ført Ásu á ótaldar ferðir til Ísrael, sum hon man kenna sum fáur, og sum hon stuðlar, tá ið hon kann. Á fleiri av hesum ferðum hevur Ása eisini umboðað Føroyar, og tað hevur verið við maner! Á henda hátt er Ása komin at kenna nógv líkasinnað fólk víða hvar, og tað er ikki so sjáldan, at hon fær vitjan av teimum.
Tískil kennir Ása eina ómetaliga rúgvu av fólki. Øll føla seg væl inni hjá teimum, sum er sum eitt heim fyri mong. Ikki minst fyri tann, sum skrivar hesar reglur. Tá ið eg kom til Havnar fyri 40 árum síðani, var eg einsamallur í fleiri ár. Men tá varð eg móttikin sum húsfólk heima hjá Ásu og Kim. Slíkt verður ikki gloymt! Annars hevur verið vinskapur millum ættirnar hjá okkum í Norðragøtu í fleiri ættarlið.
Sum skilst er Ása sera høgtflúgvandi og er sjáldan í frið. Men hon hevur tíbetur ein mann, sum er meira jarðbundin, og sum tryggjar, at jørðforbindilsið ikki verður púra slept!
Føðingardagin hevði Ása ætlað at vera langt av landi skotin, men umstøðurnar gjørdu hetta ómøguligt. Tískil verður dagurin hildin saman við børnunum.
Góða Ása. Vit eru mong, sum vilja ynskja tær tillukku við ”støvets år”, sum kortini ikki á nakran hátt merkist á tær.
----------
Óli í Tjørnustovu