Saab 9-6 verður ein væl útgjørdur luksusbilur, og fyrimyndin er Volvo XC90, sum er sera væl móttikin, serliga í USA.
Bilurin verður ikki ein ektaður Saab. Tekniskt er Saab 9-6 ein Subaru, og hann verður bygdur á eini Subaru verksmiðju í Indiana, USA.
Næsta ár kemur ein Saab 9-7, sum í veruleikanum er ein Chevrolet, og ein komandi Saab 9-2 verður ein Subaru Impreza.
Saab 9-6 verður gjørdur við amerikanska marknaðinum fyri eygað, men hann kemur eisini á evropeiska marknaðin.
Kelda: FDM