Saab við orkumiklum bili

Saab 9-3 Viggen er ein bilur fyri bilentusiastar

Tann nýggi Saab 9-3 Viggen er eitt brigdi av Saab 9-3 - men við hægri avrikum, ein bilur, sum er mentur til bilentusiastar, til menn, sum leita eftir eksklusivum bilum við nógvari orku - meira orku, enn ein vanlugr Saab hevur.

Við einum serliga mentum sportchassis, 2,3 litra turbomotori við rættuliga høgum dreiningsmomenti og einum karossaríi við einasatandandi aerodynamiskum eginleikum, er Saab 9-3 Viggen bygdur at geva eina koyriuppliving, sum er meira enn tað vanliga.

Av Saab-verksmiðjuni siga teir, at bilurin m. a. er útgjørdur við 7,5 x 17-tummahjólum, sum gera tað gjørligt hjá føraranum til fulnar at gera nyttu av megini hjá turbomotorinum, og samstundis at hava fult tamarhald á bilinum. Sum í øllum Saab-bilum er trygdarstøðið høgt. Allar trygdarskipanir frá Saab 9-3, eitt nú front og síðuairbags og aktivu nakkastuðlarnir (SAHR), eru standard í Viggen.

Ein bøtt bremsuskipan gevur eisini eina trygga og sannførandi kenslu, tá bremsað verður - og hjálpir hetta í stóran mun føraranum at hava tamarhald á bilinum.