Sabai ? Thailendsk massaga í Havn

Í gjár lat upp nýggj thailendsk massagustova í miðbýnum í Havn, ið ber heiti Sabai. Walai West, sum eigur og rekur nýggju massasgustovuna er frá Thailandi, og er hon er útbúgvin á WatPo templinum í Bangkok, ið verður mettur sum ein tann besti skúlin í Thailandi, og hevur hon umframt drúgvar royndir innan økið.

Thai massaga, stavar frá teimum siðbundnu templunum har munkarnir lærdu og lótu frá sær hesa massagu viðgerð frá ættarlið til ættarlið. Kroppurin verður mýktur, við brúk at hondum, fótum, knøum, albogum og likamsvekt við tí endmáli at geva kundanum betri heilsu, størri smidleika og økta vælveru.

Sabai verður vanliga umsett til ?gleði?, men rættari hevði verið at sagt at kenna seg væl, at vera væl fyri ella úthvíldur. At sita við sjóvarmálan og kenna vindin fara ígjøgnum hárið er sabai, meðan tað at vinna í happadráttinum ikki kann koma undir hetta fyribrigdið.

Thai massaga fer fram á tann hátt, at trýst verður lagt á, eins og læknar gjørdu fyrr. Hesin siðaarvur hevur hildið á í meira enn 200 ár. Trýst verður lagt á allar nervarnar í kroppinum, frá høvur til tá. Hesin viðgerðarháttur er vælegnaður til folk, ið hava pínu. Styrkin av viðgerðini kann skifta ímillum at vera føst ella mild.