Sabina Poulsen er húsvill í løtuni.
Hon legði eina mynd út á Facebook í gjár, har hon sæst saman við børnum sínum og húsum teirra, ið brendu í síðstu viku.
Tað var eitt skammlop, ið var orsøkin til eldsbrunan.
Nú er hon farin út á Facebook at søkja hjálp, tí hon leitar nú eftir einum nýggjum bústaðið.
Higartil er myndin deild 151 ferðir av fólkið, ið vilja rætta eina hjálpandi hond.
- Eg búgvi hjá vinufólki á Glyvrum í løtuni, men eg royni at leita eftir nýggjum bústaði í Runavíkar kommunu. Kommunan roynir at hjálpa mær við at leita, men eg leiti eisini sjálv, sigur Sabina Poulsen.