Í einari tríggjar tímar langari samrøðu við amerikanska sjónvarpið CBS segði Saddam Hussein, at hann kundi hugsað sær ein sjónvarpsdyt við George W. Bush, forseta.
- Eg eri til reiðar at fara í beinleiðis orðaskifti við tykkara forseta, segði Saddam Hussein. Hann legði afturat, at hann ætlar sær at siga tað, sum hann hevur at siga, og at amerikanski forsetin kann so gera tað sama.
ST-vápnaeftirlitsmenninir hava kravt, at Irak skal beina fyri rakettum av slagnum Al-Samoud, tí tær bera longri enn tær rakettirnar, sum Irak hevur loyvi at hava, men í sjónvarpssamrøðuni segði Saddam Hussein, at Irak hevur ongar rakettir, sum bera longri enn tað, sum loyvt er. Sambært vápnaeftirlitsmonnunum bera rakettirnar 183 kilometrar, men irakar siga, at í royndini hjá eftirlitsmonnunum høvdu rakettirnar onga løðing og onga stýriskipan. Tí vóru tær lættar og bóru langt.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, segði í gjár, at orðalagið hjá Saddam Hussein í samrøðuni við CBS vísti, at irakski leiðarin ætlar sær ikki at laga seg eftir ST-krøvunum. Tilboðið um ein sjónvarpsdyst millum teir báðar forsetarnar hevði hann onga viðmerking til.
ST hevur kortini ikki mist vónina um, at Irak fer at gera eftir kravinum um at beina fyri rakettunum. Serligi sendimaðurin hjá Hans Blix, Dmetrius Pericos, skal til Bagdad at tosa við stýrið har um eina tíðarætlan fyri, nær tann seinasta rakettin skal vera fyribeind.