Í fleir ár var Sadio Mané ein lyklaspælari hjá Liverpool, sum er væl lýddur fyri sín atburð bæði á og uttanfyri vøllin. Í summar bleiv hann seldur til Bayern Munchen og tað hevur ikki bara spælt væl av.
Áleypandi vongurin úr Senegal hevur verið skaddur meginpartin av kappingarárinum. Hann er júst komin fyri seg og bleiv skiftur inn sienastu løtuna móti Manchester City í Champions League.
Bayern Munchen tapti 3-0 og tað kom til ilnar millum Sadio Mané og liðfelagin Leroy Sané. Søgan sigur, at Sadio Mané smekkaði til Leroy Sané. Seinnnevdi fekk ein sár at vørrina, meðan Sadio Mané fekk leikbann í ein dyst og eina bót á 2,2 milliónir krónur frá Bayern Munchen.
Nú skriva týskir miðlar, at Bayern Munchen ætlar at selja Sadio Mané. Eitt er hendingin í Champions League dystinum, eitt annað eru avrikini síðani skiftið. Tað er tó blivið til 11 mál í 32 dystum, men tað er ikki nokk fyri Bayern Munchen.
Thomas Tuchel er nýggjur venjari í felagnum.