Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, helt røðu, tá stásiliga nýggja skipið hjá Supply Service kom á Havnina.
»Tað er avbera hugaligt at verða boðin við til eitt slíkt hátíðarhald sum hetta, har ein undangongufyritøka vísir, at tey veruliga tora at taka við avbjóðingum í øðrum vinnum enn fiskivinnuni«, segði Heðin Mortensen.
Hann segði, at síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri sløkum 10 árum síðani, hava vit vónað og bíðað eftir løtum sum hesari, tá vit síggja fruktina av einum skilagóðum samstarvi innan frálandavinnuna, sum førir bæði arbeiðspláss og inntøku við sær.
»Spennandi átøk eru í gongd innan oljuvinnuna. Stóra málið hjá politisku Føroyum er at vinna rættin til Føroyaháslættan, sum er eitt øki, sum er størri enn Frakland, og sum kann goyma risa nøgdir av kolvetni. Næstu árini fara at vísa, hvørja støðu landgrunsnevndin hjá ST fer at hava til okkara krøv«, segði borgarstjórin.
Hann helt tað vera avbera hugaligt, at tað eru tey, sum tryggja okkum, at vit eru til reiðar at taka við avbjóðingum, tá vit vinna á mál við okkara krøvum.
Sum mangan er víst á, so hevur alheimsgerðin við sær, at lond ikki longur eru vard ímóti kapping frá hvørjum øðrum, men tvørturímóti standa í kapping, sum harðnar. Hetta er avbjóðingin nú og næstu mongu árini.
»Men tað virkar báðir vegir, tí tað merkir eisini, at vit hava atgongd til stórar og ótroyttar marknaðir, og kunnu kappast við onnur á nýggjum marknaðum. Og tí er tað fløvandi og undrunarvert at síggja tykkum byggja skip fyri 3/4 miljard, skapa hópin av nýggjum arbeiðsplássum og samstundis útvega nýggjan kapital til samfelagið«, segði Heðin Mortensen.
Hann segði, at serliga hetta seinasta - nýggj arbeiðspláss og inntøku til samfelagið - hugar politikkarum best, tí tað er treytin fyri, at klára at fylla ásettar karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini til tess at draga vælútbúnu fólkini heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trívast í landinum.
»Eg skal takka fyri, at verða boðin við til henda dópin av Saeborg við Vestaru Bryggju og til hátíðarhaldið her. Síðan skal eg vegna Tórshavnar kommunu og býráðið ynskja reiðarínum og manningini alt tað besta við hesi stóru menningarætlan og blíðan byr inn í eina spennandi framtíð. Hjartaliga til lukku og góða eydnu við hesum stásiliga skipi«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í røðu fyri Saeborg sunnudagin.