Týska blaðið Deutsche Welle veit at siga, at nógvir særdir russiskir hermenn verða sendir á sjúkrahús í Hvítarusslandi, og heilsustarvsfólk í landinum siga, at illa særdir hermen eru á sjúkrahúsum í fleiri býum í landinum.
Russiski herurin í Ukraina missir nógv fólk, men eingin veit við vissu at siga, hvussu nógvir russiskir hermenn higartil eru deyðir í Ukraina.
Russiskir myndugleikar siga, at 500 hermenn eru falnir, men ukrainskir myndugleikar siga, at teir hava beint fyri 14.200. Bretskar og amerikanskar keldur halda, at talið av deyðum russiskum hermonnum liggur um 7000.
Deutsche Welle hevur snakkað við ónavngivin heilsustarvsfólk í fleiri býum í Hvítarusslandi, og sambært einum lækna í býnum Mazyr koma nógvir illa løstaðir russiskir hermenn á sjúkrahúsið, harav fleiri hava mist armar, bein, eygu og oyru.
Onkrir koma so seint, at neyðugt er at taka armar og bein, tí kolbrandur er komin í. Sambært læknanum, eru hetta í flestu førum blaðungir menn.
- Talan er um løstaðar hermenn, sum eru føddir í 2003, og hesir koma úr fátækum russiskum regiónum - ja, fleiri teirra eru framvegis børn, sigur heilsustarvsfólk við Deutsche Welle.
Ein onnur kelda sigur við blaðið, at tey fremja skurðviðgerðir "nonstop", sum viðkomandi tekur til, og hetta er á sjúkrahúsi í býnum, Gomel. Ofta hava tey einar 50 skurðviðgerðir, sum náttin gongur.
Deutsche Welle skrivar, at sjúkrahúsini eru yvirfylt, og tá tað er møguligt, senda tey sjúklingarnar víðari við toki til Russlands.
Keldurnar siga eisini, at onkrir av russisku hermonnunum hava ikki etið í fleiri samdøgur. Teir hava mist tíðarskil og spyrja, um teir kunnu sleppa at ringja heim til foreldur síni.