Sævarmoy best á ólavsøku

Barnaróður gentur: Drekin var næstfremst og vann FM heitið

Tað eru av fagrastu róðrarlíkindum á Havnarvág, har tað nú verður sett punktum fyri hetta róðrarárið.

 

Finaluróðurin hjá gentum í barnaróðrinum hevur verið. Spurningurin var, hvør fór at vinna FM. Kappingin stóð millum Drekan hjá Havnar Róðrarfelag og Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

 

Ta kappingina vann Drekin, sum var nummar tvey, meðan Tistil endaði á fjórða plássi. Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var nummar trý.

 

Ólavsøkuróðurin í barnaróðrinum hjá gentum vann Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag rættiliga sannførandi. Hon var tað mesta av einari hálvari bátslongd undan nýggja FM vinnaranum, sum er Drekin.

 

 

 

1Sævarmoy02:42.14700
2Drekin02:43.27600
3Ingibjørg02:44.48500
4Tistil02:45.31400
5Svalan02:47.07300
6Sílið02:47.19200
7Leikalind02:48.35100
8Blikur02:49.09000
9Havørnin02:53.34000
10Spógvin02:53.38000
   

 

 

 

FM

 

1 Drekin          33

 

2 Tistil             32

 

3 Sævarmoy    27

 

4 Ingibjørg      23

 

5 Sílið              20

 

6 Svalan          13