Sävehof tapti við fýra málum í Hannover

Sävehof leikti í kvøld fyrru EHF European League áttandapartsfinaluna móti Hannover-Burgdorf

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof leiktu í kvøld fyrru áttandapartsfinaluna í EHF European League móti týska liðnum Hannover-Burgdorf á útivølli.

 

Sävehof tapti dystin 30-34. Í steðginum var Hannover-Burgdorf á odda 18-14.

 

Óli skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir.

 

Returdysturin verður leiktur í Partille komandi týsdag klokkan 17.45.

 

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spældi fyrru áttandapartsfinaluna í Sveis móti Kadetten Schaffhausen.

 

Füchse Berlin vann dystin 32-28 (16-15). Hákun slapp ikki framat í kvøld.

 

Returdysturin móti Kadetten Schaffhausen verður leiktur í Max Schmelling høllini í Berlin komandi týskvøld klokkan 19.45.