Sävehof fær møguleikan at hevna finalutapið í fjør

Óli Mittún og liðfelagarnir spæla fyrstu hálvfinaluna komandi fríggjakvøld

Í fjør taptu Óli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof finalurnar um svenska meistaraheitið 2-3 fyri Kristianstad aftaná fimm finalur. Kristianstad vann tvær av finalunum aftaná longda leiktíð, so tað var ikki nógv sum skilti liðini tá. 

 

Nú fær Sävehof høvið at hevna finalutapið í teimum komandi hálvfinalunum.

 

Sävehof møtir júst Kristianstad í teimum komandi hálvfinalunum. 

 

Hesaferð hevur Sävehof ein fyrimun teir ikki høvdu í finalunum í fjør. Sävehof vann grundspælið, og tí fáa teir tríggjar hálvfinalur á heimavølli í Partille um hálvfinalurnar fara til fimm dystir. Í finalunum í fjør hevði Kristianstad tríggjar finalur á heimavølli.

 

Fyrsta hálvfinalan - spælt verður best av fimm - verður leikt í Partille komandi fríggjakvøld klokkan 18. 

 

Kristianstad hevði tungt hoyggj við Hammarby í fjórðingsfinalunum. Aftaná fimm fjórðingsfinalur vann Kristianstad samlað 3-2. Seinasta fjórðingsfinalan, ið var leikt í kvøld endaði sera tepurt 31-30 til Kristianstad.