Sävehof kom væl frá landi í fyrstu fjórðingsfinaluni

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu greiðan sigur í fyrstu fjórðingsfinaluni

Endaspælið er í gongd í bestu svensku hondbóltsdeildini, og í kvøld spældu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof fyrstu fjórðingsfinaluna.

 

Heima í Partille eydnaðist tað Sävehof í fyrstu fjórðingsfinaluni at vinna ein greiðan 36-27 sigur á Malmö. Í steðginum var Sävehof á odda 17-11,

 

Óli skoraði fýra mál, umframt sum vant at leggja upp til fleiri mál hjá liðfeløgunum.

 

Sävehof spælir aðru fjórðingsfinaluni í Malmö komandi mánakvøld klokkan 18, og triðu fjórðingsfinaluna í Partille komandi hóskvøld klokkan 18. 

 

Eydnast tað Óla og liðfeløgunum at vinna hesar báðar dystirnar hava teir vunnið seg í hálvfinalurnar.