Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof standa nú við sera góðum kortum í hálvfinaluuppgerðini móti verandi meistarunum, Kristianstad.
Sävehof vann eisini aðru hálvfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Á útivølli í Kristianstad í kvøld vann Sävehof 31-26. Í steðginum var Sävehof á odda 14-12.
Óli gjørdist saman við Sebastian Spante toppskjútti hjá Sävehof. Teir skutu fimm mál hvør. Óli legði eisini upp til tvey mál í dystinum.
Sävehof sum er á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðunum kann á heimavølli í Partille komandi fríggjakvøld klokkan 18 tryggja sær sessin í finalunum um svenska meistaraheitið.
Komandi týsdag klokkan 17.45 spælir Sävehof seinnu fjórðingsfinaluna móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt á útivølli. Flensburg vann fyrru fjórðingsfinaluna 41-30 (22-14), so tað verður sera torført hjá Óla og liðfeløgunum at vinna seg víðari í kappingini.