Sävehof vann fyrru áttandapartsfinaluna í steypakappingini

Sävehof hevur ein lítlan fyrimun undan returdystinum í Partille

Liðið hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl, Sävehof spældi í kvøld fyrru áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini.

 

Á útivølli í Malmø eydnaðist tað Sävehof at vinna tepran 36-34 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 20-18.

 

Óli var við fimm málum millum næstbestu málskjúttarnar hjá Sävehof.

 

Aftaná at hava møtt trimum liðum úr lægri deild í innleiðandi bólkaspælinum fekk Sävehof á fyrsta sinni góða mótstøðu í steypakappingini.

 

Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Partille komandi leygardag klokkan 14.

 

Systkinabarn Óla, Elias Ellefsen á Skipagøtu megnaði at vinna steypakappingina við Sävehof. Tað hevur Óli til góðar, enn.