Sävehof vann oddadystin og er fremst nú

Sävehof vann greiðan sigur á AMO í Partille í kvøld

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku móti AMO á heimavølli í Partille í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Tað endaði við einum rættiliga greiðum 35-29 sigri til Sävehof. Í steðginum var AMO annars á odda 18-17.

 

Stóra hetjan hjá Sävehof í kvøld var málverjin, Simon Möller sum bjargaði 44 prosent av skotroyndunum hjá AMO.

 

Sävehof er nú fremst í deildini við 10 stigum. Teimum á baki koma AMO og Hammarby við átta stigum hvør.

 

Óli var í kvøld noteraður fyri eitt mál og fyri eitt upplegg til mál. 

 

Komandi týskvøld spælir Sävehof fyrsta dystin í EHF European League. Dysturin verður á útivølli móti spanska liðnum, Cuenca. So tað er ein spennandi avbjóðing sum bíðar Óla og liðfeløgunum í Sävehof.