Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.
Í Partille tóku Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof móti Alingsås.
Tað eydnaðist Sävehof at vinna dystin 33-27. Í steðginum var Sävehof á odda 16-15.
Óli gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Sävehof við seks málum. Óli legði eisini upp til tvey mál.
Sävehof er fremst í deildini við 29 stigum fyri 17 dystir.
Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vóru á heimavølli í Jönköping fyri teprum 32-33 tapi móti Önnered.
Pontus Zetterman skoraði sigursmálið til 33-32 upp á brotskast tá 17 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist ikki Hallby at svara aftur, og so máttu Pætur, Rói og liðfelagarnir staðfesta staðfesta triðja tapið á rað.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Pætur legði upp til tvey mál.
Hallby er triðaftast í deildini við 10 stigum. Sjey stig eru upp til áttanda plássið, har Alingsås hevur 17 stig. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi mikukvøld tekur Hallby móti Karlskrona á heimavølli. Sama kvøld spælir Sävehof á útivølli móti AMO.