Landing
Partrolararnir, Safir og Smaragd, sum Kristian Martin Rasmussen og synir hansara fyrr í ár keyptu frá Føroya Banka, hava nú landað av øðrum túri. Tá skipini landaðu í gjár, høvdu tey umleið 200.000 pund tilsamans, meginparturin upsi. Hin fyrra túrin høvdu tey umleið 140.000 pund.
Hinir báðir ísfiskatrolararnir, sum sama felag í Klaksvík keypti, Fjalshamar og Nónhamar, hava ikki loyst aftur. Í løtuni eru skipini á beding, men lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu verður við teimum.
Teir fýra ísfiskatrolararnir, Safir og Smaragd og Fjalshamar og Nónhamar, eigar bert stívliga 400 fiskidagar tilsamans.
Í gjár landaði eisini línuskipið Klakkur í Klaksvík. Teir høvdu umleið 75.000 pund, meginparturin longa og brosma.
Aftrat hesum landaðu trolbátarnir, Varðin og Fiskaklettur, eisini í Klaksvík í gjár. Teir høvdu ávikavist 380 og 400 kassar á 48 kilo hvør.
Pól Fuglø, landingarformaður, veit ikki at siga, um onnur skip koma inn at landa hesa vikuna, men lítið bendir á, at talan verður um tað heilt stóra, nú línuskipini nýliga eru farin útaftur.
Lítið útróður
- vánaligir prísir
Útróðrarbátarnir í Klaksvík leggja vanliga veiðina upp á Kósini, har Landingarmiðstøðin tekur ímóti.
Men Pól heldur ikki, at tað hevur verið nakar serligur útróður at tosa um í seinastuni. Lítið er eisini frætt um hvíting, hóast hetta skuldi verið tíðin til hetta fiskaslag.
- Eg haldi, at summir bátar eru lidnir við sínar fiskidagar. Sum heild, haldi eg, at árið hevur roynst smáligt hjá útróðrarbátunum í síni heild.
Eitt, sum hevur fylt nógv hjá útróðrarmonnum í longri tíð, er vánaligi fiskaprísurin á hýsu og toski.
- Prísirnir á hýsu eru slett einki at tosa um, men prísirnir á toski eru kvinkaðir nakað uppeftir aftur. Tað er greitt, at fiskaprísurin hevur verið lágur hjá teimum, sum skulu fiska og fáa lønandi vinnu úr útróðri, sigur Pól Fuglø, landingarformaður.