Saft og kraft í grasinum

Fótbóltur: Men tað var lítið veiggj í fótbóltsspælinum, tá Tórsvøllur varð tikin í nýtslu

Umleið hálvt fjórða túsund áskoðarar vóru í Gundadali fríggjakvøldið, tá nýggi grasvøllurin varð tikin í nýtslu. Og um nøkur teirra høvdu roknað við einum stórum fótbóltsupplivilsi, tá donsku meistararnir úr AaB vitjaðu fríggjakvøldið, so høvdu tey roknað skeivt.

Grasið var grønt og tóktist hava kraft og saft í sær, meðan tað var meiri svikaligt við kraftini í spælarunum. Longu undir upphitingini vóru ábendingar um, at føroyingarnir ikki tóku uppgávuna í sama álvara, sum teir gera tað, tá talan er um landsdyst. Danska liðið var tíðliga á vøllinum og hitaði væl og leingi upp, meðan føroyingarnir komu soleiðis pø a pø, og tá dómaratrioin og danska liðið til ásettu tíðina stóðu klárir at ganga inn á vøllin, vóru fleiri av føroyingunum framvegis á vøllinum.

Breiddin í føroyska hópinum er ikki so heilt lítil, men tað er sjónligt, at tað kemur illa við, tá onkur av lyklaspælarunum ikki er tøkur. Todi Jónsson er ódrúgvur, tá tað snýr seg um venjingardystir (hesa ferð var hann í Póllandi, har FCK leygardagin spældi í Intertoto Cup), og hóast tað ikki gongst so ógvuliga væl hjá Toda í FCK, so vísti dysturin fríggjakvøldið, at fyri landsliðið er tað sera týðandi fyri álopsspælið, at Todi Jónsson er við.


Miðvøllur og verja

Á miðvøllinum var John Petersen alla tíðina eyðsýndur ? hann var kosin besti føroyski spælarin, tí hann, umframt at vera drúgvur í verjupartinum, megnaði at varðveita bóltin, snara um seg sjálvan og eisini at snara mótstøðumenn av sær ? meðan avrikini bæði hjá Allani Mørkøre og Juliani Johnsson ofta hava verið meiri eyðsýnd á landsliðnum, enn tey vóru hesa ferð. Tað var ikki frítt, at tú hevði kensluna av, at hjá landsliðsspælarunum, ið eru sáttmálabundnir uttanlands, tóktist tað (sjálvandi ikki tilvitað) sum um tað ráddi um at fáa henda venjingardystin frá hondini, áðrenn teir aftur skuldu til hús at spæla um stig og harvið fótbóltsframtíðina.

Hóast tað fóru trý mál ígjøgnum, so spældu teir í miðverjuni væl. Óli Johannesen hevur ikki dult fyri, at hann hevur umhugsað at farið uttanlands at roynt, hvussu langt fótbóltsevnini kunnu bera, og hann gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum. Jens Kristian Hansen vísti, at hann er við at koma fyri seg aftur eftir skaðan, sum m.a. hevði við sær, at hann misti báðar landsdystirnir í juni, og Hans Fróði var bæði sterkur og ansin.

Pól Thorsteinsson spældi so væl, at tað var um reppið, at hann var næstfremsta boðið, tá pressan skuldi velja føroyska spælaran, ið hevði staðið seg best, meðan avrikið hjá Øssuri Hansen í vinstra borði ikki var serliga sannførandi, og tað var ikki annað enn rímuligt, at venjarin royndi Jóhannes Joensen á hesum plássinum.


Álopið

Uni Arge hevði onkra royndina móti málinum, og tá 21 minuttir vóru farnir fekk hann bóltin í málið, eftir besta føroyska álopið, sum varð myndað í vinstra borði, og endaði við at Allan Mørkøre við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á Una Arge, sum tíverri var rangstaddur.

Jákup á Borg stríddist, men hann fylti ikki nógv. Í hátalarunum varð hann sagdur at vera fyrsti føroyski málskjúttin á nýggja vøllinum, men tað var at tamba sannleikan ikki so lítið. Tá eitt lítið korter var farið sendi hann úr høgru móti málinum, bólturin hevði kós innfyri málið, har Heðin á Lakjuni var staddur, og so toygdi ein av verjuspælarunum seg fram og stýrdi bóltinum inn um strikuna.

Stutt frammanundan hevði Jákup á Borg verið við í myndanini av einum tí frægasta føroyska álopinum, men danski málverjin hálvbjargaði royndini frá John Petersen, og stutt eftir stútaði Uni Arge uppum málið.

Síðstu løtuna fingu Fróði Benjaminsen og Helgi L. Petersen høvi fyri fyrstu ferð at royna seg á landsliðnum, og tað var hugaligt at leggja til merkis, at Helgi L. Petersen tríggjar ferðir kom ígjøgnum í høgra borði og legði innfyri.


Væl skipaðir

Danska liðið, sum hevði havt summarfrí í tvær vikur, royndi at taka uppgávuna í álvara, og hetta eydnaðist í hvussu so er í 1. hálvleiki. Teir komu á odda, tá hálvur tími var farin. Allan Garde kom, eftir at Ståle Solbakken (besti maður á vølli) hevði stungið framímillum, púra leysur og sendi framvið Jákupi Mikkelsen, sum teir 45 minuttirnar, hann var í málinum, hevði onkra stóra bjarging, tá mótstøðumenn komu einsamallir ímóti honum. Tað vóru fleiri, sum vildu hava dømt fyri rangstøðu. Málskjúttin var ikki rangstaddur, men tað var Anders Oper, sum var á veg út, og so kann altíð metast um, hvat árin hesin maðurin hevði á støðuna.

Í yvirtíðini í 1. hálvleiki varð avgjørt, at AaB skuldi vinna. Tá skoraði norski Frank Strandli, og í 2. hálvleiki, tá teir gjørdu eina rúgvu av útskiftingum, ráddi um hjá donsku meistarunum at varðveita bóltin og fáa tíðina at ganga. Tað megnaðu teir væl, sjálvt um teir ikki tóktust leggja so ógvuliga nógv at sær.

Fimm minuttir undan leikloki fingu teir eitt mál afturat, og tað var ein gáva. Óli Johannesen togaði púra óneyðugt Kent Hangard, sum var á veg úr frá málinum, niður, og Ståle Solbakken sendi bóltin framvið Jens Martini Knudsen, sum vardi málið í 2. hálvleiki, men sum burtursæð frá onkrum innleggi ikki hevði serliga nógv at gera.

jh




----------------


Fyrsti dystur á Tórsvølli


Fríggjakvøldið 9. juli 1999, kl. 19.00

umleið 3.500 áskoðarar

Føroyar-AaB 1-3 (0-2)

0-1: Allan Garde, 30

0-2: Frank Strandli, 45

1-2: sjálvmál, 58

1-3: Ståle Solbakken, br 85

Føroyar: Jákup Mikkelsen Herfølge (Jens Martin Knudsen, Leiftur, 46) - Pól Thorsteinsson, B36, Hans Fróði Hansen, HB, Óli Johannesen, TB, Jens Kristian Hansen, B36, Øssur Hansen, B36 (Jóhannes Joensen, HB, 53) - Allan Mørkøre, ÍBV (Helgi L. Petersen, 80), John Petersen, B36 (Fróði Benjaminsen, B68, 80), Julian Johnsson, Kongsvinger - Jákup á Borg, B36, Uni Arge, Leiftur (Heðin á Lakjuni, KÍ, 53)

Venjari: Allan Simonsen

AaB: Jimmy Nielsen - Thomas Bælum, Jazo Matovac, Jacob Kruger, Jes Jessen - Henrik Rasmussen, Ståle Solbakken, Allan Gaarde, Anders Andersson - Anders Oper, Frank Strandli

Innskiftir í 2. hálvleiki: Lars Winde, Søren Frederiksen, Jari Pedersen, Brian Piske, Lars Thomsen, Peter Tranberg og Kent Hangard.

Venjari: Hans Backe

Dómarakvartett: Lassin Isaksen, Jón Kári Frederiksen, Tummas Pauli Olsen og Niklas á Líðarenda