Sagt um Una:

Oddamenninir Niels Arge Galán og Petur Pólsson siga okkurt um Una Árting

Niels Arge Galán um Una:
 
Uni er besti trummuspælari, eg nakrantíð havi spælt við. Vit báðir hava spælt tónleik saman síðani vit vóru 14.
Uni er raskasti maður, eg kenni. Hevur 2 lítlar synir, hús, bil og unnustu, er við at gerast doktari í jarðfrøði OG spælir í harðasta rokkorkestri í landinum.
Eg eri sera, sera góður við Una. Hann er mín besti vinmaður.
 
Petur Pólson um Una:
 
Eg ivaðist ongantíð í, um hvør skuldi spæla trummur. Uni er ein fantastiskur trummusláðari.