Hálvi føroyingurin við gittarinum er blivin ein vaksin maður og ber nú navnið Gunnar Holm-Lintermann. Hann er nú búsitandi í Noregi, og hevur fyri kortum útgivið fløguna “Fumes”. Talan er um heitan singer/songwriter tónleik, sum hugtekur og fer beint í hjartað. Gunnar greiddi frá í tíðindaskrivið, at hann var givin at spæla tónleik, men aftaná eina vitjan í Føroyum, vaknaði alskurin aftur til tónleikin. Fløguaktuelli Saint Kodiak skrivar persónligan tónleik, sum sigur søgur úr lívið hansara. Tað verður dýrabært, at heilsa honum vælkomnan til Okkara Tórsfest tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.
Frammanundan er longu greitt at Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019.