Sajdak bumbar í Finnlandi

Tomazs Sajdak, sum í fjør spældi við GÍ, ger veruliga um seg í finskum fótbólti í løtuni. Pólverjin gjørdi í vetur sáttmála við HJK Helsinki, og her hevur gingið framúr væl. Um vikuskiftið skoraði Sajdak trý av málunum hjá Helsinki í 5-1 sigri á Tampere United, og Sajdak er nú ovastur á finska máltindinum við fimm málum eftir fyrstu seks dystirnar. Til sammetingar kann sigast, at Sajdak í alt fjør bert skoraði tvey mál fyri GÍ.