Síðan 2007 hevur fasti bústaðurin hjá Ísaki Johannesen í Klaksvík verið umborð á einum 60 tons stórum báti. Hann keypti bátin frá einum flogskipara, sum fleyg úr Kastrup og brúkti bátin til bústað, tá hann var til arbeiðis. Portalurin hitti Ísak á niðurløgdu bedingini hjá MEST í Vestmanna, har hann hevur bátin, Mari Anna KG 882, uppi til botnreins, máling, aksiltrekk og annað viðlíkahald.
Ísak Johannesen er blíður og fryntligur og bjóðar okkum umborð at síggja bátin. Ungir menn hjálpa honum at skrava og mála uttanborðs, og ein pussar skrúvuna.
Mari Anna er ikki nakar útróðrarbátur, men ein stórur og rúmligur frítíðarbátur, ið saktans kann brúkast sum bústaður. Tað er nossligt umborð á bátinum, sum er heilar 20 metrar langur og seks metrar breiður ? ella næstan líka so breiður sum eini vanlig sethús.
Ísak hevur valt at kalla bátin upp eftir døtrum sínum, Marionnu og Onnu, og soleiðis byrja bæði nøvnini á navnabrettinum ? Mari Anna ? við stórum stavum.
- Her er gott pláss umborð. Seks koyggjur eru har frammi og tvær í salongini har afturi. Í skiparakamarinum er dupultsong, og síðan eru tveir benkur uppi í stýrhúsinum.
Eigarin sigur, at báturin var faktiskt í sama standi, tá hann keypti hann, sum hann er nú.
- Ein træbátur krevur altíð nógv viðlíkahald, og nakað hevur verið gjørt við el-leiðingina og onnur smáting, síðan eg keypti bátin. Hetta er aðru ferð síðan 2007, at Mari Anna er á beding.
Ísak Johannesen sigur, at enn hevur hann einki gjørt fyri at fáa inntøku burtur úr bátinum, men ætlanin hjá honum er sum frá líður at brúka bátin til túrar við ferðafólki ? ikki dagtúrar, men túrar, har fólk eru umborð í einar tveir dagar ella so.
- Hetta er eisini ein orsøkin til, at báturin er á beding nú. Skipasýnið vil síggja botnin, og síðan hevur báturin eisini fingið aksiltrekk. Tey siga, at skrokkurin er í góðum standi, eins og dekk og brúgv eisini eru í besta standi. Maskinan, sum er ein Volvo Penta 250 HK, gevur bátinum eina ferð á umleið 8,5 míl, og maskinan er eisini í góðum standi.
Ísak, sum sjálvur ongantíð hevur verið til skips, sigur, at hann hevur búð umborð á Mari Annu, síðan hann keypti bátin í 2007, og hetta hevur riggað væl. Báturin hevur ligið í føstum plássi í Klaksvík.
- Nei, eg havi ongantíð verið sjómaður, og eg havi sætt at siga ongantíð verið til skips. Tað er helst tí, at eg kundi finna upp á sovorðið býtt, sigur klaksvíkingurin brosandi.
Hann visir á, at tá bústaðurin er í einum báti, kann hann búgva, hvar hann vil.
- Eg kann sigla ymsa staðni, og tað ætli eg mær at gera meiri við í summar. Havi flutt meg eitt sindur við bátinum, men kundi havt flutt meg nógv meiri. Tá eg var í Vestmanna seinast við bátinum, steðgaði eg ávegis til Klaksvíkar í Havn á ólavsøku í nakrar dagar og fór síðan norður aftur til Summarfestivalin í Klaksvík, sigur Ísak Johannesen, sum annars er útbúgvin timburmaður og arkitektur og hevur teknistovu í landi.