Sakaris á Tórsfest 2015

Føturnar klára ikki at lata vera at dansa, tá Sakaris trínur á pall.

- Elektroniski gandakallurin Sakaris borgar altíð fyri eini veitslu, har tú ikki sleppur undan at dansa, ikki tí at øll hini gera, men tí føturnar ikki klára at lata vera, skriva fyrireikararnir av Tórsfest, sum nú avdúkað enn eitt navn.

 

Fyrsta fløgan hjá Sakaris vakti ans bæði heima og úti, og síðan tá eru støðug stakløg komin út, so sum Score Music, I Put on This Dress Only for You, Downer og Miley Ballad. 

 

- Á konsertum hevur Sakaris Emil Joensen altíð duga framúr væl at levera vøruna, um tað so var sum bassleikari í Lama Sea, Boys in a Band ella Marius Ziska, ella í leiklutinum sum oddamaður í Sakaris, skriva fyrireikararnir. 

 

Tórsfest 2015 verður 25. juli í Gongugøtuni í Havn og hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest. Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin verða Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Hjarnar, Frændur, SIC, Goresquad, Signar & John og fleiri.