Í gjár skrivaðu vit á in.fo um ein 26 ára gamlan mann, sum rætturin í Frederiksberg í gjár fann sekan í at hava meldað seg upp í terroristiska felagsskapin Islamiskan Stat. Tað, sum maðurin er funnin sekur í, hendi á heysti 2013, tá ið maðurin ferðaðist til Syria, og nú er hann funnin sekur í at hava meldað seg í IS og fyri at hava móttikið terror venjing frá IS í Syria. Hann hevur verið í fimm mánaðir í Syria.
Les eisini: Dømdur IS terroristur føddur í Føroyum
Sakførarin hjá manninum, Mads Krammer, sigur við in.fo í morgun, at tað tilknýtið, sum maðurin hevur til Føroya er, at hann er føddur í Føroyum og at mamma hansara er føroyingur.
Familjan flutti tó av landinum, tá ið drongurin var trý ár, og tískil hevur hann ikki búð í Føroyum síðani tá. Familjan flutti til Keypmannahavnar eftir at tey fóru úr Føroyum.
Seinnapartin í dag verður greitt, hvør dómurin hjá manninum verður. Ákæruvaldið vil hava hann útvístan úr Danmark og somuleiðis hava hann fongslaðan í seks ár, meðan verjin heldur, at talan í mesta lagi kann vera um fongsulsrevsing í trý ár og somuleiðis heldur verjin, at maðurin ikki skal burturvísast úr Danmark.
In.fo fylgir málinum.