Sakførari stjól arvin

Ein sakførari í Møre og Romsdal í Noregi er ákærdur fyri at taka tikið 750.000 krónur, sum tveir ungir dreingir høvdu arvað frá mammuni. Løgreglan sigur, at stuldurin hendi í árunum frá 2003 til 2006. Kanningarnar hava víst, at sakførarin rindaði ein part av pengunum aftur, men at hann seinni fór inn á kontuna hjá arvingunum og tók pengarnar aftur. Tá løgreglan avhoyrdi sakføraran, dugdi hann ikki reiðiliga at greiða frá tí, sum hent var, og hann er nú ákærdur fyri grovan fíggjarundandrátt. Málið kemur í rættin í mars.