Tað kostaði Taks 2,2 milliónir krónur í samsýning til sakførararn, sum tapti rættarmálið móti Varðanum Gøtu, sum nú fáa rokningina.
– Mær vitandi er hetta størsta sakarmál í Føroyum, so eg haldi ikki, at rokningin er órímilig.
Tað segði Djóni Thomassen, sakførari, við Sosialin í desember í 2012, eftir at hann fyri aðru ferð hevði tap sakarmálið millum Taks og partaeigararnar í Varðanum í Gøtu.
Hann førdi sakina fyri Taks, tá ið Taks tapti sakarmálið ímóti vinnuni í Gøtu og mátti rinda gøtufólki góðar væl yvir 50 milliónir aftur í skatti pluss rentur og sakarkostað – tilsamans yri 70 milliónir krónur.
Málið var bæði fyri í Føroya rætti og í landsrættinum, og tilsamans hevur Djóni Thomassen skrivað Taks eina rokning á góðar 1,4 milliónir krónur fyri málsviðgerðina í Føroya Rætti og 800.000 krónur afturat fyri at føra málið fyri landsrættin, alt samalt umframt mvg upp á 350.000 krónur.
Hetta vakti ans, og Taks vildi ikki viðurkenna rokningina. Tí varð rokningin upp á́ 1,4 milliónir krónur løgd fyri danska Advokatsamfundet at fáa ein meting, hvørt hon var rímulig.
Sambært Taks var hetta nógv tann størsta rokningin, tey nakrantí hava fingið fyri eitt vanligt sakarmál.
Men Taks fekk ikki viðhald í Advoktasamfundet, og mátti gjalda rokningina, sum teir 11 partaeigararnir í P/F Varðanum nú eru dømdir at rinda Taks aftur, nú Taks vann sakarmálið í Hægsta Rætti.