Sakleysar kvinnur fáa skyldina kortini

Amnesty International finst harðliga at viðurskiftunum í Turkalandi, tí myndugleikarnir har gera alt ov lítið fyri at steðga harðskapi ímóti kvinnum

Næstan onnur hvør kvinna í Turkalandi hevur verið fyri harðskapi.

Tað sigur Amnesty International í síni nýggju frágreiðing. Felagsskapurin sigur, at turkisku myndugleikarnir hava framt ymsar ábøtur innan rættarverkið, men at alt ov lítið verður gjørt fyri at tryggja, at ábøturnar verða hildnar. Samstundis vil felagsskapurin vera við, at politikararnir eggja til harðskap ímóti kvinnum.

-Harðskapur ímóti kvinnum verður alment góðtikin, og bæði lokalir leiðarar og fólk á stjórnarstigi lata eyguni aftur, skrivar Amnesty International.

Felagsskapurin leggur ta turkisku løgregluna undir at leggja mál um harðskap ímóti kvinnum til viks, og dómstólarnir verða sagdir at geva teimum illa viðfarnu kvinnunum skyldina, sjálvt um tær eru ósekar. Tí verða skuldsetingar um harðskap ímóti kvinnum ofta vendar ímóti kvinnunum, tá saman um kemur, sigur Amnesty International.