Saknaðir bretar deyðir í Ukraina

Chris Parry og Andrew Bagshaw hava verið saknaðir í Donetsk, har teir sjálvbodnir hjálptu lokala fólkinum í krígsherjaða landslutinum.

Myndin er av Christopher Parry. Hann og Andrew Bagshaw gjørdu sjálvboðið hjálpararbeiði í Ukraina.

Teir báðir bretarnir, Chris Parry og starvsfelagi hansara, Andrew Bagshaw, eru nú staðfestir deyðir í Ukraina. Sagt verður, at teir lótu liv, tá teir royndu at flýggja úr býnum, Soledar.

 

Tíðindastovan Reuters, sum skrivar um hesar báðar menninar í Ukraina, vísir til bretskar myndugleikar. Familjan hjá Chris Parry hevur eisini váttað tíðindini hjá bretska uttanríkisráðnum.

 

Chris Parry og Andrew Bagshaw, ávikavist 48 og 28 ára gamlir, hava verið saknaðir í Donetsk har eysturi í Ukraina, har teir sjálvbodnir hjálptu lokala fólkinum um hesar leiðir.

 

Tað var ukrainska løgreglan, sum fyrst bar tíðindini um, at bretarnir vóru saknaðir, og seinnu staðfestu eisini bretsku myndugleikarnir hesi tíðindi.

 

Sambært tíðindastovuni Sky News vórðu Chris Parry og Andrew Bagshaw seinast sæddir tíðliga um morgunin hin 6. januar, tá teir fóru úr býnum, Kramatorsk á veg móti Soledar.

 

 

 

Myndin er av Christopher Parry. Hann og Andrew Bagshaw gjørdu sjálvboðið hjálpararbeiði í Ukraina.