Saknar altjóða orðaskifti

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, saknar alment orðaskifti í Føroyum um altjóða viðurskifti. Ikki minst nú, allur heimurin tosar um tiltøk til verju móti yvirgangi

 

Politikkur


Føroyingar eiga at fáa allan avgerðarrætt í Løgtingið, so vit kunnu stýra øllum orðaskiftum um viðurskfti í Føroyum.

Soleiðis er ein av setningunum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við lógarmálum.

Hann sipar til, at nú allur heimurin tosar um, hvørji tiltøk skulu setast í verk til at verja seg móti yvirgangi, verður tað, sum skal gerast í Føroyum, viðgjørt og avgjørt í Danmark. Tað eigur at liggja í Løgtinginum, sigur hann.

Løgtingið hevur altíð sjálvt ynskt at hava ábyrgdina av tí, sum gjørt verður í Føroyum. Og trygdin í landinum er sanniliga einki undantak, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum, tá Fólkatingið varð sett týsdagin.

Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, nýtti mesta partin av røðuni til at viðgera yvirgangsálopini á USA í seinasta mánað og fylgjurnar av hesum.

Eisini kom hann inn á, at Føroyar og Grønland sum partar av danska ríkinum eiga at vera við í altjóða tiltøkum móti yvirgangi.

Tað er í lagi, heldur landstýrismaðurin við lógarmálum. Men hann vil tó halda, at vit skulu sjálvir gera tað av og ikki bara fáa boð úr Danmark um, hvussu farast skal fram á eitt nú flogvøllinum í Vágum.

Sjálvandi er orðaskifti í Føroyum eins og alla aðrastaðni., Men tað verður bara ikki tikið nóg seriøst, fyrr enn tað er Løgtingið sjálvt, sum stendur við endaliga orðinum, sigur Høgni Hoydal.


Bíðað leingi

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fegnast eins og løgmaður um, at danir nú vilja samstarva um yvirtøkur eftir føroyskum leisti.

?Men hasum hava vit bíðað eftir nú í hálvtfjórða ár, sigur hann.

Høgni Hoydal sigur, at eftir fundin við Frank Jensen, løgmálaráðharra, herfyri, vildi onkur vera við, at ósemja var teirra millum um, hvussu málini um yvirtøkurnar skuldu loysast. Men soleiðis er ikki, tí líkt er til, at tosað varð um tvey ymisk mál í føroysku fjølmiðlunum, sigur hann.

Høgni Hoydal sigur, at hann fer at seta eina nevnd at arbeiða við yvirtøku av rættarmálum og løgreglu í einum. Tann nevndin skal mannast við fólki úr teimum báðum arbeiðsbólkunum, sum longu nú í longri tíð hava arbeitt við júst hesum málunum.

Løgtingssamtyktin um hesi bæði málini sigur, at rættarmálini skulu vera klár at taka yvir á nýggjárinum 2004, meðan løgreglan skal yvirtakast á nýggjárinum 2006.

Danska stjórnin miðar eftir, at fyrireikingararbeiðið hjá teirri embætismannanevndini, sum løgmálaráðharrin mælir til at seta, skal vera liðugt ultimo 2002. Og tí tekur Høgni Hoydal, landsstýrismaður undir við.

Hann sigur tó, at arbeitt eigur at verða í tveimum nevndum. Einari føroyskari og einari danskari, sum so koma til eitt felags úrslit. Í tí sær hann ongan trupuleika, sigur hann.


Annað mál

Málið um persóns- familju- og arvarætt, sum Høgni Hoydal vil hava avgreitt í hesum árinum, er heilt annað mál enn yvirtøka av rættarskipanini.

Líkt er tó til, at fólk ikki geva sær nóg væl far um hetta og blanda tey tingini saman.

Hesi málini eru mál, sum ríkisumboðið umsitir fyrisitngarliga í dag. Tey eru donsk burturav og rættiliga ótíðarhóskandi, vísir Høgni Hoydal á. Talan er um lógarverk heilt afturi frá 1932, sum framvegis er galdandi í Føroyum, hóast tey í Danmark langt síðan eru broytt.

Eitt nú vísir hann á, at í Føroyum er til dømis ikki møguligt at hava felags foreldrarætt yvir einum barni, um foreldrini ikki eru gift. Heldur ikki, um tey búgva samn. Slíkt er langt síðan dagført í Danmark, men ongantíð sett í gildi her hjá okkum.

Tað eitur rættur og er sjálvandi eisini rættur hjá fólki at eiga tvey foreldur. Men tað skal tó ikki blandast saman við revsirætt, vísir Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, á.