Fyrra hálva av triðja umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Millum stórspælararnar vóru Mohamed Salah hjá Liverpool og Lionel Messi hjá Paris Saint Germain.
Í bólki A vann Manchester City heili 5-1 í Belgia á Crub Brugge, meðan Lionel Messi tryggjaði PSG sigurin á RB Leipzig. PSG vann 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-1. Kylian Mbappé setti hol á, meðan Lionel Messi setti punktum við máli til 2-2, og brotssparki til 3-2.
Støðan:
- PSG 7 (stig)
- Manchester City 6
- Brugge 4
- RB Leipzig 0
Í bólki B var hepnið við Liverpool, tá Atletico Madrid fekk umdømt eitt brotsspark móti dystarenda. Tá kundi høvðusstaðarliðið úr Spania havt vunnið sær eitt stig, eftir at hava gjørt tveir brølarar. Í hinum dystinum vann FC Porto 1-0 á AC Milan.
Liverpool kom á odda við málum frá Mohamed Salah og Naby Keita, meðan Atletico Madrid javnaði við tveimum málum frá Antoine Griezmann. Hann bleiv tó útvístur í seinna hálvleiki, tá hann hevði fótin alt ov høgt og rakti ein mótstøðuspælarar.
Við 2-2 gjørdi Mario Hermoso eitt púra óneyðugt og grovt brotsspark, sum Mohamed Salah umsetti til mál. Áleyparin hjá Liverpool, Diogo Jota, var ikki líka grovur í hinum endanum, tá hann at síggja til rendi Jose Gimenez umkoll, tí dómarin dømdi brotsspark, men umbestemmaði eftir VAR-tjekk.
Støðan:
- Liverpool 9
- Atletico Madrid 4
- FC Porto 4
- AC Milan 0
Heldur óvæntað vann Ajax heili 4-0 á Borussia Dortmund. Sebastien Haller var millum teirra á málskjúttaralistanum. Sporting Lisabon vann botndystin í bókinum móti Besiktas 4-1.
Støðan:
- Ajax 9
- Borussia Dortmund 6
- Sporting 3
- Besiktas 9
Eftir fleiri óvæntaði úrslit í bólki D, so vunnu favorittarnir hesaferð. Inter Milan vann 3-1 á FC Sheriff úr Moldova, meðan Real Madrid vann heili 5-0 á Shakhtar Donetsk.
Støðan:
- FC Sheriff 6
- Real Madrid 6
- Inter 4
- Shakhtar Donetsk 1