Á miðnámsskúlunum í Føroyum eru umleið 3000 næmingar, um handverkarnarnir verða taldir við. Fyrr hava næmingarnir ikki kunna farið ókeypis til sálarfrøðing, um tørvur hevur verið á tí, men hetta er nú broytt.
Løgtingið hevur 1. januar í ár játtað 600.000 til mentamálaráðið at brúka til sálarfrøðing til miðnámsskúlanæmingar. Hetta er peningur, sum er oyramerktur til at hjálpa næmingum, sum hava brúk fyri hjálp ella vegleiðing frá sálarfrøðingi.
600.000 svarar til ársløn hjá alment settum sálarfrøðingi, og hvørki hetta verður til ein sálarfrøðingur, sum tænir øllum landinum, ella tímarnir verða lutaðir prosentvís til hvørt øki er enn ikki avgjørt. Tilmæli frá skúlunum er sent inn, og nú liggur bólturin hjá mentamálaráðnum. Enn er ongin avgerð almennakunngjørd um hvussu peningurin verður nýttur.
-Tað er so nógv sum byrjar at spretta fram, tá ung ganga í miðnámi. Hjá onkrum eru neurosir á veg og hjá øðrum sprettir gomul sorg upp um minnir sum ikki avklárað. Knappliga er alt á borðinum, blandað við presentatións-angist, at tey ikki makta onkra lærugrein, og tað sosiala lívið í einum flokki. Tá eigur man at møta teimum. Tað er tann fyribyrgjandi parturin, sum kann loysa seg, sigur Hanna Jensen, lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum á Kambsdali.