Salman Rushdie hevur livað við deyðshóttanum 33 ár

Bretskt-indiski rithøvundurin Salman Rushdie var í dag álopin í New York, USA. Lesið um hann her

 

Bretskt-indiski høvundurin Salman Rushdie varð í dag álopin í New York. Hann hevur livað við deyðshóttanum síðani 1989, tá hann gav út bókina »Tey satanisku ørindini«. (Arkivfoto) - Foto: Kenzo Tribouillard/Ritzau Scanpix

Í 33 hevur Salman Rushdie livað við deyðshóttanum. Hann hevur síðani 1989 livið við eini sonevndari fratwa – ein islamskur deyðadómur. Í dag varð hann álopin á einum palli í New York.

* Navn: Ahmed Salman Rushdie.

* Aldur: 75 ár.

* Føddur: 19. juni 1947 í Mumbai, India.

* Tjóðskapur: Bretskt-indiskur.

* Útbúgving:

- Kandidatur í søgu á King's College, sum hoyrir undir Cambridge University.

* Starvsleið:

- í 1970'unum var hann teksthøvundur í reklamuvinnuni í London.

- Í 1981 gjørdist hann kendur sum rithøvundur við bókini »Midnáttarbørn«.

- Í 1988 gav hann út »Tey satanisku ørindini«, sum førir við sær stóra vreiði ímóti honum frá muslimum – fyrst í Bretlandi og síðani í øðrum pørtum av heiminum. Árið eftir sendir prestastýrið í Iran út ein islamskan deyðadóm ímóti Rushdie.

* Privat støða: Salman Rushdie hevur verið giftur fleiri ferðir. Seinast við indisk-amerikonsku høvundanum, model og sjónvarpsvertinum Padma Laksmi.

* Bústaður: New York, USA.

* Annað:

- Salman Rushdie hevur í fleiri ár livið undir løgregluverju og havt fleiri dulnevni, millum annað Joseph Anton.

- Í 1991 vóru bæði tann italski og tann japanski týðarin av »Satanisku ørindunum« fyri álopi. Í 1993 varð norski útgevarin av bókini eisini fyri álopi. Tann japanski týðarin doyði, meðan hinir komu frá atsóknunum við lívinum.

 

##med2##

- Í 1998 boðaði iranska stýrið frá, at tey ikki longur ynsktu tað fatwa, tey høvdu sent út í sambandi við útgávuna av »Satanisku ørindunum« framda.

Keldur: Forfatterweb, Gyldendal og NTB.

/ritzau/

 

 

Bretskt-indiski høvundurin Salman Rushdie varð í dag álopin í New York. Hann hevur livað við deyðshóttanum síðani 1989, tá hann gav út bókina »Tey satanisku ørindini«. (Arkivfoto) - Foto: Kenzo Tribouillard/Ritzau Scanpix