Salmonella í hundakrási

Serfrøðingar í Danmark hava staðfest salmonella í sonevndum hundasnacks. Teir biða fólk ansa eftir, tí fólk eru í smittuvanda. Føroyskir handlar innflyta hundakrás úr Danmark.

Danska Plantudirektoratið hevur tikið stakroyndir av sonevndum hundasnacks. Hetta er krás til teir fýrføttu, gjørt av tukaðum svínaoyrum, svínatrýni og svínasinu.

Í triðja hvørjum føri var salmonella staðfest í krásinum.

Talan er um tað vandamiklu multi-mótstøðuføru salmonella DT104, sum er ógvuliga trupul at handfara, skrivar danska blaðið Aktuelt í gjár.


Krevur ansni

Ein serfrøðingar, sum granskar í djórasjúkum, sum kunnu smitta fólk, biður fólk ansa eftir. Fólk kunnu fáa Salmonella-bakteriuna, tá tey geva hundinum teir dálkaðu bestubitarnar, verður sagt.

- Sleikir tú tær um fingrarnar aftaná ella fer tú at matgera uttan at vaska hendur, so kanst tú verða smittaður av salmonella. Tað sama er galdandi fyri smábørn, sum grulva á gólvinum, um tey súgva hunda-bitarnar ella koyra teir í munnin, sigur Flemming Bagger, ráðgevi á danska Zoonosecentret við Aktuelt.


Einki frætt

-Hetta havi eg einki hoyrt um, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS í Havn.

Miklagarður er ein av handlunum í Føroyum, ið selur krás til hundar, og hundakrásið í Miklagarði kemur úr Danmark.

Niels Mortensen sigur, at Miklagarður plagar altíð at frætta frá fyritøkunum, sum handilin keypur vøruna frá, tá vandi er fyri salmonella. Men hann hevur einki hoyrt um nakran vanda í sambandi við hundakrásið, sigur hann.

-Hetta má eg fara at kanna, sigur stjórin í SMS.


Smittukeldan funnin

Flemming Bagger heldur, at myndugleikarnir við hesum hava loyst gátuna um nakrar av DT104-tilburðunum í Danmark, har tað higartil ikki hevur borið til at staðfest smittukelduna.

Hundinum sjálvum nýtist ongum at vera bangin fyri, sigur Flemming Bagger.

-Teir eru ránsdýr við sterkari sýruforðing, sum drepur salmonellabakteriuna áðrenn hon sleppur niður í magan, sigur hann.