Salong Eyðbjørg letur upp í Vági í dag

Í eina tíð hava eini hús í Vági spakuliga fingið nýtt snið, og nú er nærum komið á mál. Og tað verður ein hársniðgevi, ið kemur at húsast í húsunum við høvuðsvegin í Vági Móttøka verður í dag, mikudagin, tá ið Salong Eyðbjørg letur upp salong í Vági í hølum, ið eru sum nýggj.

Salong Eyðbjørg í Hvalba hevur nú nøkur ár á baki, og nú møguleiki var at lata upp í Vági, er hetta gjørt.

- Vit hava nógvar kundar úr allari oynni, og tá ið vit nú kunnu flyta inn í eina nýggja salong, og við nýútbúnum hárfríðkarum, so var hetta ein sjálvsagdur partur. Vit hava lagt okkum eftir at hava eina nútíðar salong, við nógvum spennandi og góðum tilboðum, har vit eisini fara at koma við nógvum nýggjum, sum kundar okkara fáa gleði av, sigur Eyðbjørg Skaalum.

Móttøkan verður mikudagin (onsdagin) frá kl. 10-12, har lætt ábit verður. Sjálv Salongin letur dyrnar upp fyri kundunum kl. 13.00 og eru spennandi tilboð í hesum sambandi.