SALT er stongt í komandi viku

Stóra konsertstaðið í Suðuroynni er stongt í nakrar dagar

Vegna arbeiði á Havnalagnum á Drelnesi er SALT stongt í tíðarskeiðinum 27. juli til og við 1. august. Hesum boðar SALT frá í tíðindaskrivi.

– SALT letur upp aftur við einum braki 2. august kl. 14.00, tá James Olsen við bólki koma suður at framføra. Kaféin er ikki opin hendan dagin, men er opin aftur sum vanligt mánadagin 3. august kl. 11.00, skrivar SALT í tíðindaskrivinum.