Fyrri partur av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum er liðugu,r (64 av 100 hálum).
Tað sigar www.hav.fo.
Nakað tað sama var at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til í fjør.
Tey seinastu árini er vorðið meira vanligt at fáa væl av lýri (Pollachius pollachius), ein fiskur, sum líkist upsa, men er ljósari á liti. Kanska er tað tann heiti sjógvurin, sum er ein orsøk til tess.
Úrslitini fyri øll hundrað hálini eru at síggja í túrfrágreiðingini fyri túr 1406.