Dysturin er bara fimm minuttir gamal, tá Serbia skorar fyri 36. ferð móti okkum. Ein ófarlig støða endar við at Rene Tórgarð kemur at standa í ongamannalandi og so kann Milan Jovanovic ótarnaður stúta Serbia á odda.
Alt prát um at endiliga fáa tak á ringu gongdini móti Serbia er hálvanvegin á veg í vaskið. Ikki tí, okkara hava bóltin eitt fitt petti av tíðini, men onkursvegna situr tú við eini kenslu av, at Serbia leggur meiri fyri í einum dysti móti føroyingum enn fleiri av hinum størri tjóðinum.
Grenji surran Dejan
Ein leikari, ið hevur grenja hvørja ferð hann hevur spælt móti føroyum er Dejan Stankovic. Hann spælur sín dyst nummar 100 fyri gamla Jugoslavia og Serbia. Longu aftaná tveir minuttir fer hann at smágrenja, tá Fróði Benjaminsen gav honum eitt lítið skump.
Tá dysturin er tólv minuttir gamal er Inter Milan miðvallarin heppin ikki at fáa reya kortið. Eftir ein óskyldigan nærdyst fer Dejan Stankovic umkoll og sparkar út eftir Jóan Símuni Edmundssyni.
Dómarin valdi einki at geva miðvallarinum. Rætt ella ei, tað hevði verið løgið annað, um vit skulu ganga út frá døminginum, ið føroyska landslðið mangan er út fyri á útivølli.
Ikki so tossut, Tosic
Tá fyrri hálvleikur hálvrunnin hava vit eitt gott uppspæl. Bólturin endar hjá Jóan Símuni Edmundssyni, sum roynur seg við skoti. Hann hevði eisini møguleikan at spæla Fróða Benjaminsen, ið er komin framvið. Eina løtu sær út til at okkara kunnu bjóða av.
Tað gongur bara ein minuttur ella so, so kemur eitt hart flat innlegg úr okkara høgru, har fyrrverandi Manchester United vongurin, Zoran Tosic, meddar til fyrstu ferð og bólturin brestur í netmeskarnar handan Rene Tórgarð. Flott mál.
Tað ber til!
Eftir 2-0 málið dóvnar dysturin nakað og eina løtu sker ikki so nógv. Og so – bólturin kemur niðan til Christian L. Holst. Enn eina ferð er kríggjarin á miðvøllinum, Fróði Benjaminsen, komin fram við. Hann rennur seg leysan av serbisku verjuni og Christian L. Holst leggur bóltin í einum bleytum boða uppum verjuna hjá Serbia.
Fróði Benjaminsen temur bóltin væl og trillar hann fram við serbiska málverjanum. 2-1, so lætt er tað at skora á altjóða stigi.
Løtu seinni bríkslar dómarin fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki.
Gott at Rooney ikki er
á føroyska landsliðnum
Stutt fyri hálvleik fær Christian L. Holst gult kort fyri at mótmæla einum frísparki. Gula kortið er av teimum vanligu bíligu gulu kortinum vit altíð fáa á útivølli. Fyrr um dagin fekk Rógvi Holm, liðskipari á U-21 landsliðnum eitt líknandi.
Skuldi Wayne Rooney og aðrir leikarar, ið tora at vísa eitt sindur av ónøgd fingið gult kort líka lætt sum okkara fáa á útivølli, so høvdu teir ikki spælt nógv. Tíverri hendir hetta alt ov oftani og er átaluvert!
Í seinna hálvleiki fær Hjalgrím Elttør eisini gult kort fyri at fara ov tíðliga úr manngarðinum, tá Serbia hevur fríspark. Rætt? Ja, men tað er sjáldan tú sær slík gul kort, uttan tá vit spæla á útivølli.
Fleiri møguleikar at java
Seinni hálvleikur er ein av góðu føroysku upplivinginum á útivølli í hesi EM undankappingini. Fleiri ferðir hava vit væl spæld álop og er hepnið við okkum, so skoraðu vit bæði eitt og tvey mál. Fyrst er tað Christian L. Holst, ið verður leysur í serbiska brotsteiginum eftir góða fríspæling frá Atla Gregersen eftir fríspark. Silkeborg framherjin er ikki nóg følin, tá hann setur fótin á og bólturin fer upp um bæði málmann og mál.
Løtu seinni er Hjalgrím Elttør leysur í høgra borðið og leggur innfyri, har Christian L. Holst enn eina ferð er komin í góða støðu. Hesa ferð er serbiska verjan fyrst á bóltin og vit fáa horna.
Hornasparkið kemur í aðru atløgu út til Rógva Baldvinsson, ið meddar til, men bólturin fer langt omanfyri.
Avgerðin
Miðskeiðis í seinna hálvleiki lúrur møguleikin fyri einum útjavnandi máli framvegis, men serbiska trýstið økist. Teir koma fleiri ferðir fram í síðunum, men okkara megna at rudda vekk. Tað ger verjan eini í 69. minutti, men hesa ferð endar bólturin fyri føturnar á Zdravko Kuzmanovic. Hann traðkar á bóltin og við einum bleytum skoti leggur hann bóltin út við handari stong, okkara vinstru, og bólturin fer í mál. Heldur ikki hesa ferð fáa vit stig móti Serbia.
Christian út sum vanligt
Móti endanum verður Christian L. Holst skiftur út sum vanligt er. Serbia hevur nakrar møguleikar at økja, men verjan og Rene Tórgarð standa stinn, saman við stongini vinstrimegin, sum serbar raka tvær ferðir. 3-1 sær nógv betri út enn 4-1 ella tað sum verri er.
Vit fáa ein seinasta møguleika at minka um munin, men Jóhan T. Davidsen rakar bóltin óalmindiliga illa.
Heldur ikki hesa fer
Heldur ikki í tíggjundi royndini eydnaðist tað okkum at fáa nakað sum minnur um eitt stig móti Serbia, sum hevði sigurin væl uppibornan. Okkara fingu eitt kærkomið mál og høvdu møguleikar til fleiri um vit høvdu neyvleika og hepni við okkum.
Nú tíma vit ikki meiri av Serbia. Teir hava vunnið á okkum tíggju ferðir á rað og nú kann verða nokk. Tíverri tykist størsti møguleikin fyri at sleppa undan enn einum tapi móti teimum at verða at sleppa undan at møta teimum.