Andstøðan stendur framvegis til at vinna komandi fólkatingsvalið í Danmark, og sambært einari nýggjari meiningakanning er býtið millum teir borgarligu og andstøðuna lítið og einki broytt í summar.
Kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, vísir, at stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar høvdu fingið 46,8 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og at andstøðan hevði fingið 53,2 prosent. Eitt tílíkt valúrslit hevði givið teimum borgarligu 82 tinglimir og andstøðuni 93.
Tann einasta broytingin í atkvøðubýtinum millum flokkarnar er, at Danski Fólkaflokkurin missir 2,5 prosentstig. Men tær flestu atkvøðurnar fara til Vinstra, sum fær 2,1 prosentstig meiri enn í seinastu kanning.