Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði tann reyði vongurin vunnið rættiliga greiðan sigur. Kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken, sigur, at var valið í dag, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 52,9 prosent av atkvøðunum og stjórnarsamgongan og teirra stuðulsflokkar 47,1 prosent.
Eitt valúrslit sum hetta hevði sambært Megafon givið tí reyða vonginum 92 fólkatingslimir og teimum borgarligu flokkunum 83.
Kanningin hjá Megafon er tann triðja, sum er komin, síðani valið varð útskrivað. Felags fyri allar tríggjar er, at tær geva andstøðuni sigurin.